2021-01-11 10:36

Stutt fyri jól lótu øll trý sjúkrahúsini aftur fyri vitjandi, fyribils í tvær vikur, og í dag verður boðað frá, at tað framvegis ikki ber til at vitja á sjúkrahúsunum.
Fyri at binda um heilan fingur eru sjúkrahúsini framhaldandi latin aftur fyri vitjandi, fyribils til 15. januar.
Tó ber til at vitja, um talan er um serligar umstøður, men hetta skal avtalast við deildina frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald