Innanlands

Framløga um trivnaðin hjá teimum ungu í Klaksvík

Almenn framløga verður á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober, har Jógvan Kallsgarð Cand.Sos.Krim fer at leggja fram og greina úrslit av ungdómsgransking

Mynd: (Klaksvíkar Kommuna)

Mynd: (Klaksvíkar Kommuna)

2019-09-28 17:29 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Hóskvøldið 24 oktober verður áhugaverd framløga har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av ungdómsgransking, ið Klaksvíkar kommuna í samstarvi við skúlan hevur gjørt millum 9. floks næmingar á skúlanum á Skúlatrøð í 2014, 2016 og 2018. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu.

Í stuttum snýr henda gransking seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu skúlatrivnað­urin er, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkoholi og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað. Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra.

Klaksvíkar kommuna hevur heitt á Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim um, at greina úrslitini av hesi ungdómsgransking frá 2014, 2016 og 2018, soleiðis at hann, í tann mun tað letur seg gera, hevur hugt eftir gongdini hesi árini, og um tað eru tøl, ið eru serliga áhugaverd. 

Um tað vísir seg at verða neyðugt, skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar kommunu skrivar kommunan á heimasíðuni.

Almenna framløgan verður í Miðhøll á Skúlatrøð hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19:00, har Jógvan Kallsgarð, Cand.Sos.Krim, fer at leggja fram og greina úrslit av hesi gransking

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder