Á Vísindavøkuni 20. september vóru ein røð av framløgum hildnar í Kongshøll. Á ársins Vísindavøku var evnið arvur, og varð hetta evnið tí eisini viðgjørt í øllum framløgunum.
Kringvarpið var á staðnum og tók allar framløgurnar upp, og tí verða tær eisini sendar í sjónvarpinum, skrivar Havstovan.
Fyrsta sendingin verður longu send í kvøld klokkan 19.25. Hesuferð er tað framløgan hjá Sjúrða Hammer, granskari á Umhvørvisstovuni, sum verður víst. Heitið á framløguni er "Plastið í havinum kring Føroyar - hvar endar tað?"
Ógreitt er, nær restina av framløgunum verða vístar, men tær síggjast longu nú á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald