2021-10-29 19:21

Týskvøldið 26. oktober sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá árins Vísindavøku í Sjónvarpinum, og komandi vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag og Viku, skrivar Granskingarráðið.
Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Bjarta Thomsen, granskara á Umhvørvisstovuni, ið kallast "Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?"
Allar framløgurnar síggjast eisini á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo, og tilfar frá Vísindavøkuni 2021 og undanfarnum tiltøkum eru eisini at finna á netappini vísindavøka.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald