Verulig ferð er nú komin á heilsugranskingina í Føroyum og í fjør komu millum 70 og 80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá teimum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking undir Fróðskaparsetrinum.
Hósdagin verður skipað fyi granskingarseinnaparti í Sjóvinnuhúsinum har kunnað verður um føroyska heilsugransking í stuttum framløgum.
Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu gjørdu í 2014 samstarvsavtalu, sum millum annað hevur til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.
Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum. Sum partur av samstarvinum millum omanfyri nevndu stovnar, varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016 m.a. grundað á avtalu við Sjúkrakassagrunnin um fíggjarligan stuðul upp á 7 milliónir krónur til gransking og hægri útbúgving á heilsuøkinum.
Verulig ferð er nú komin á heilsugranskingina í Føroyum og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá teimum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.
Magni Mohr er leiðari í Deplinum, og í stýrinum sita Kasper Kyhl, Maria Skaalum Petersen, Pál Weihe og Sigurð í Jákupsstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald