- Pallborðsfundir, sofaprát og framløgur, ið snúgva seg um trivnað og menning í Klaksvíkar kommunu, hava seinastu árini verið fastur táttur í Virkið vár/Virkið heyst skránni, og sigast má, at tað hevur eydnast væl at skipa fyri minni og størri fundum, har borgarar, vinna og aðrir áhugapartar hava fingið møguleika at koma til orðanna.
Hetta skrivar klaksvik.fo sum innleiðing til at eitt nýtt tiltak verður navngivið og lýst.
Talan er um eitt kvøld í Varpinum, har ymisk fólk í Klaksvík far at siga sína hugsan um heimstaðin. Yvirskriftin er “Okkara framtíðar Klaksvík”.
Í stuttari framløgu hava fimm borgarar í aldrinum 17 – 39 ár fingið til uppgávu at lýsa, hvat tað er, sum ger, at tey trívast í Klaksvík. Harumframt koma tey eisini við boðum uppá, hvat kann gerast enn betur, skrivar klaksvik.fo.
Tey sum fara at leggja fram týskvøldið
Klaksvíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at fara undir arbeiðið at gera eina kommunuætlan. Henan skal millum annað tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir. Í hesum sambandi vil Klaksvík Kommuna geva fólki, sum búleikast í býnum, møguleika at koma við nøkrum boðum uppá framtíðina.
Tiltakið “Okkara framtíðar Klaksvík” verður í býarsalinum í Varpinum týskvøldið 30. apríl klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald