– Tað harmar okkum serstakliga nógv, at tveir av trimum tinglimum hjá Framsókn valdu at atkvøða ímóti uppskotinum um at geva føroyskum kvinnum kropsligt sjálvræði.
Soleiðis sigur ungmannafelagið hjá Framsókn í skrivi í dag.
– Framsókn er ein liberalur flokkur, og persónliga frælsið er ein grundsteinur undir flokkinum. Tað eigur tí at vera ein sjálvfylgja, at politisku umboð floksins virða hetta grundarlagið.
– Framsókn hevur áður verið einasti flokkur, sum meldaði út, at flokkurin var savnaður um at ganga inn fyri fríari fosturtøku, men til atkvøðugreiðsluna í gjár var bert ein flokkur, har atkvøðurnar vóru samlaðar fyri uppskotinum, og tað var ikki Framsókn.
Men hetta var ikki endin á stríðnum, siga tey í Framsøkin Ung.
– Talan var um eitt risastórt fet tá ið málið var tikið upp, og tað skal ikki vera til fánýtis.
Les eisini: Sótu tigandi og atkvøddu móti sínum egnu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald