
Fyrr í vikuni kom fram, at Framsókn fór at hava eitt valevni til býráðsvalið í Klaksvík.
Tað hevur flokkurin ongantíð áður havt, og Framsókn hevur heldur ikki havt nakran klaksvíking á listanum til Løgtingsval áður. Sámal Petur í Grund, ið er búsitandi í Klaksvík, og sum til býráðsvali er á listanum hjá Sjálvstýrinum, stillaði upp fyri Framsókn í 2011 og 2015.
Nú er greitt, hvør viðkomandi er, sum stillar upp fyri flokkin í Klaksvík. Talan er um Bárð Lydersen, ið er nýggjur í politikki, og sum millum annað hevur arbeitt sum myndamaður.
- At stilla upp og tæna fólkinum í kommununi hevur verið mín dreymur í nógv ár, og nú er rætta tíðin endiliga komin.Eg elski Klaksvík og bygdirnar í kommununi og ikki minst - fólkini, sum búgva her, sigur nýggja valevnið hjá Framsókn við Norðlýsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald