Framsókn er komin á mál við uppstillingini til býráðsvalið í Havn. 12 valevni eru á listanum, og javnstøða er millum kvinnur og menn.
Framsókn fekk knappar 1100 atkvøður á býráðsvalinum seinast, svarandi til 9 prosent. Bergunn Kass hevur sostatt umboðað Framsókn í Tórshavnar býráð hetta seinasta valskeiði, og hon er við á listanum aftur hesaferð.
Tey 12 á framsóknarlistanum eru hesi:
Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Berit W. Samuelsen, tryggigarráðgevi
Ruth Vang, floksforkvinna
Sissal K. Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi
Súsanna Køtlum, sjálvstøðug vinnurekandi
Súsanna Olsen, námslektari
Birgar Johannesen, pensjónistur
Bjarni K. Petersen, løgtingslimur
Róaldur Jákupson, fíggjarleiðari
Høgni Reistrup, samskiftisráðgevi
Karlot Hergeirson, HTÚ leiðari
Kristian Clementsen, maskinmeistari
Les meira á lesarin.fo: Havnin og fólkið her býr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald