Innanlands

Framsókn tekur suðuroyarleiðina upp til viðgerðar

Á árliga landsfundinum hjá Framsókn leygardagin verður suðuroyarleiðin tikin upp

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framsókn heldur árliga landsfund floksins á Parnass, í Hotel Hafnia, leygardagin 4. mai klokkan 13. Evnið fyri ársins landsfund er suðuroyarleiðin.

Fundurin verður sum vant í tveimum pørtum: Fyrri parturin er opin fyri almenninginum og hin seinni, er bert fyri limir floksins.

Almenni parturin byrjar klokkan 13, tá Ruth Vang, forkvinna, greiðir frá um farna árið.

Síðan koma tveir gestarøðarar at leggja fram um suðuroyarleiðina:

Klæmint Eliasen, byggileiðari í Eystur- og Sandoyartunlar.

Árni H. Ellefsen, fyrrverandi bankastjóri og statsautoriseraður grannskoðari.

Teir báði fara at tosa um váðar, metingar, ger av tunli, fígging og árin á búskapin.

Eftir framløgurnar verður ein steðgur og síðan verður farið undir formliga ársfundin, ið er fyri limir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder