USA og Iran eru undir samráðingum í Sveis blivin samd um eina ætlan, sum innan 60 dagar skal føra til eina endaliga avtalu um at fáa ein enda á krígnum í Iran, upplýstu meklarar úr Katar og Pakistan í nátt.
Sunnudagin hittust umboð fyri USA og Iran í sveisiska fjallaøkinum Bürgenstock. Samráðingar halda fram hesa vikuna, skrivar Ritzau.
Fyri viku síðani samdust partarnir um eina rammuavtalu fyri at fáa ein enda á krígnum millum londini, og ætlan varð løgd um víðari samráðingar.
Undir fyrsta samráðingarumfari í gjár samdust partarnir um beinleiðis samskifti fyri at sleppa undan samanbrestum í Hormuzsundinum og tryggja, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hizbollah í Libanon, sum kom í gildi fríggjadagin, verður hildin.
Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi skrivaði á sosiala miðlinum X í nátt, at týðandi framstig eru gjørd í samráðingunum. Ein líknandi fráboðan kom frá amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald