Mentan

Framsýning av staðarnøvnum í Vági

Í november 2020 byrjaðu Arnfinn Thomassen og Arnfinn Bjarkhamar at skráseta staðarnøvnini innangarðs í Vági, og vilja teir bjóða almenninginum at síggja úrslitið

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-06-20 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna: Mánadagin, 21. juni, kl. 15 letur upp framsýning av staðarnøvnum í Vágs kommunu. Framsýningin verður í Miðlatúni fram til leygardagin 3. juli.

Í november 2020 byrjaði spennandi verkætlanin hjá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar, at skráseta staðarnøvnini innangarðs í Vági. Teir báðir hava m.a. tosað við eldri borgarar og fingið ymisku staðanøvnini í Vági skjalfest.

Nú er arbeiðið komið undir land. Tí vilja Arnfinnur og Arnfinnur bjóða almenninginum at síggja úrslitið.

– Vit eiga øll staðarnøvnini og tí er náttúrligt, at øll verða við at gera sína ávirkan galdandi og koma við viðmerkingum, siga teir báðir, Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar.

Á framsýningini verða eisini nakrar av søgunum um staðarnøvnini at síggja.

Í samband við framsýningina, verða Arnfinnur og Arnfinnur at hitta í Miðlatúni, hesar dagar:

Mánadag, kl. 15.00-18.00
Mikudag, kl 14.00-16.00
Leygardag, kl 12.00-14.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder