2021-07-14 12:25
Í gjár, týsdagin 13. juli, lat ein nýggj framsýning upp í Miðlatúni í Vági um elorkusøguna í Føroyum seinastu 100 árini.
Framsýningin tekur útgangsstøði í 1921, tá Verkið í Botni byrjaði at framleiða streym. Framsýningin var upprunaliga partur av Ljósfestini, sum skuldi verða komandi vikuskifti, men sum nú er útsett, skrivar Vágs kommuna.
Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni og stendur frammi til leygardagin 17. juli.
Opið er soleiðis:
Mánadag: 10.00-18.00
Týsdag-fríggjadag: 10.00-16.00
Leygardag: 10.00-14.00
Dagførd kl. 13.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald