Mentan

Framsýning í Galerie Focus letur upp fríggjadagin

12. juni letur framsýning upp í Galerie Focus við verkum frá m.ø. Philippe Carré, Heðin Kambsdal og Amariel Norðoy

2020-06-08 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 12. juni klokkan 16 letur ein framsýning upp í Galerie Focus í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn.

Á framsýningini eru verk frá Philippe Carré, Hanni Bjartalíð, Anker Eli Petersen, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal, Bárður Jákupsson, Torbjørn Olsen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy og Arnold Vegghamar.

Á framsýningini eru 57 listaverk, til ber at fáa meira kunning og at síggja nøkur av listaverkunum her.

Framsýningin er opin til 25. juni. Opið verður týsdag til fríggjadag millum klokkan 15 og 18. Leygardag er opið millum 16 og 18, eisini er opið eftir avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder