Mentan

Framsýning í Glyvra kirkju

26. februar verður fernisering av listaverkum eftir Olivur við Neyst, sum ein liður í føstugudstænastuni við Meinhardi Bjartalíð

2020-02-24 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 26. februar, klokkan 20 verður fernisering av listaverkum eftir Olivur við Neyst (f. 1953) í Glyvra kirkju. Talan verður um eina framsýning við málningum, vatnlitsmyndum og steinprentum hansara.

Olivur tók sína listarligu útbúgving á Kongaliga listaháskúlanum í Keypmannahavn, og hevur hann hevur verið virkin til fyri nøkrum fáum árum síðani.

Myndevni hansara eru mangan bygda- og býarlandsløg, náttúrumyndir og myndevni av gomlu sluppini Esther úr Klaksvík. Eisini málar hann myndir frá havnaløgum og arbeiðandi fólki. Mong av hesum myndevnum eru umboðað á framsýningini.

Ferniseringin verður liður í føstugudstænastu við Meinhardi Bjartalíð. Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, kemur at hugleiða um listamannin og Kór Glyvra kirkju setir dám á løtuna.

15 listaverk eru við á framsýningini, sum kemur at hanga uppi í uml. tveir mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder