2021-07-31 15:00
Frá mánadegnu, 2. august verður framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við listamanninum Jacob Fuglø.
Jacob er úr Hvalvík og hevur m.a. havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motiv at síggja.
Framsýningin hongur uppi til 23. august, og kann hon vitjast, tá Ribarhús er opið.
Vanliga er opið gerandisdagar millum klokkan 15 og 17.30, og leygardagar millum klokkan 11 og 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald