Mentan

Framsýningin Brot letur upp fríggjadagin

Byrjað verður við fernisering klokkan 16. Stóra serframsýningin vísir føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og ellivu føroysk listafólk hava gjørt listaverk til hana

"Tú ert eitt blomstir, og um veturin sakni eg teg", ið Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt í ár, er partur av framsýningini

2022-08-24 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 26. august kl. 16 letur framsýningin ”Brot” upp á Listasavni Føroya. Framsýningin vísur føroyska samtíðarlist í stórum vavi.

Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar, ið koma til hugs, av teirri orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni? Hesir spurningar stinga seg upp á framsýngini ”Brot”.

Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Verkini viðgera stór evni sum til dømis kroppin, samfelag og burðardygd, samstundis sum tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni og øðrvísi tilfar. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í dag.

[object Object]
Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, olja á træ, 207 x 336 cm, 2021. Ogn hjá Føroya Politi og Bygningsstyrelsen

[object Object]
Rannvá Kunoy, AFTER HISTORY, 2019, akryl, litevni og litspjaðing á lín, 190 x 380 cm. Ogn hjá Fróðskaparsetur Føroya. Foto: Torben Eskerod.

Ellivu ymisk listafólk eru umboðað við verkum sínum. Tey eru: lda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.

Byrjað verður við fernisering fríggjadagin klokkan 16. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin, Jens L. Thomsen diskar, og Listasavnið bjóðar ábit og drykkivørur. 

Tiltakið verður til klokkan 18. Stóra serframsýnginin er heilt fram til miðskeiðis í januar 2023. Til ber at lesa meira um hana her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder