Innanlands

Framtak hevur sett Ben Arabo sum stjóra

Ben Arabo verður nýggjur stjóri í Framtak. Hann tekur við 1. november

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-28 12:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nevndin í Framtak hevur sett Ben Arabo sum nýggjan stjóra. Ben Arabo er 48 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur nógvar og ymiskar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann tekur við starvinum 1. november.

Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður framhaldandi at menna Framtak og tað samstarv sum Framtak hevur út í vinnuna og við aðrar áhugapartar í Føroyum og uttanlands. Stjórans uppgáva verður at meta um nýggjar íløgumøguleikar og, tá tíðin er røtt, at realisera vinning frá gjørdum íløgum.

Christian Danielsen, nevndarformaður í Framtak sigur:

- Vit eru glað fyri at kunna seta Ben Arabo í starv sum stjóra i Framtak. Framtak hevur ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari vinnumenning, og førleikarnir hjá honum og royndirnar passa væl til uppgávuna.

Ben Arabo, nýsettur stjóri, sigur:

- Eg eri spentur uppá uppgávuna, og at arbeiða við teimum íløgum, ið Framtak hevur gjørt umframt við nýggjum íløgum og verkætlanum. Eg gleði meg til at halda fram við arbeiðnum, ið Framtak hevur gjørt gjøgnum árini, og at tryggja, at Framtak framhaldandi verður ein aktivur partur av føroyska íleggjaraumhvørvinum.”

Nevndin vil eisini takka fráfarandi stjóranum, Niels Dann West, fyri góða og drúgva tænastu, nú hann hevur valt at fara frá fyri aldur. Niels Dann West hevur verið stjóri í Framtak síðan stovnan í 1994, burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, og hevur sostatt sín serstaka lut í at leiða og mynda grunnin.

Framtak hevur ein virknan leiklut sum íleggjari í føroyskt vinnulív. Endamálið er at virka sum kveikjari fyri at menna og fjøltátta føroyska vinnulívið, samfelagnum at gagni.

Framtak hevur eina serstaka uppgávu. Vit vilja virka sum ígongdsetari í føroyskum vinnulívi, bæði tá ið tað snýr seg um eldri stovnsettar fyritøkur og møguligar framtíðar fyritøkur.

Sum vágafúsur og tolin íleggjari, hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin kanska ikki er her og nú, men longri frammi í tíðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder