Innanlands

Framtíðar Bakkafrost: Økja framleiðslu til 100.000 tons

Aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost í framtíðini heldur nevndarformaðurin

Aling á opnum havi fer at vera ein av nýggju framtíðar møguleikunum hjá føroyska alirisanum Bakkafrost (Mynd: Sverri Egholm)

Aling á opnum havi fer at vera ein av nýggju framtíðar møguleikunum hjá føroyska alirisanum Bakkafrost (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-15 17:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Føroyska alifyritøkan Bakkafrost hevur ætlanir um  at økja tøkunøgdina í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt á burðardyggan hátt eins og mett verður,  at aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost í framtíðini sigur Rúni M. Hansen í formansfrágreiðing síni til roknskapin hjá felagnum.  

Um farna árið sigur nevndarformaðurin m.a.:

-2020 hevur á mangan hátt verið eitt óvanligt ár. Í byrjanini av 2020 hevði fáur ímyndað sær, at eitt lítið, ósjónligt virus skuldi skapa so nógv órógv í okkara gerandisdegi. Tíbetur eru øll okkara starvsfólk higartil komin væl ígjøgnum Covid-19 farsóttina, og virksemið hjá Bakkafrost hevur bara í minni mun verið ávirkað. Á alheims laksamarknaðinum er søgan tó ein heilt onnur.

Í 2020 broyttist laksamarknaðurin so hvørt, sum ymisku partarnir av heiminum upplivdu eina bylgju fyri og aðra eftir við vaksandi tilburðum av Covid-19. Stongsulin av matstovutænastuvinnuni (hotell, matstovur og vistaveiting) á okkara høvuðsmarknaðum hevur havt eina neiliga ávirkan á umsetningin og lønsemi hjá Bakkafrost, av tí at vit vanliga selja okkara stóra hágóðskulaks til matstovutænastuvinnuna um allan heimin. Fólk hava ferðast minni í 2020 og flutningsruturnar eru fækkaðar. Hetta hevur minkað um møguleikan fyri loftvegis flutningi, og útreiðslurnar til flogflutning til amerikanska marknaðin eru meir enn tvífaldaðar. Tað sama gjørdi seg galdandi við flutningi til Kina tíðliga í tíðarskeiðnum, eftir at farsóttin tók seg upp.

Nevndarformaðurin vísir á, at undir farsóttini hevur týdningurin av smidligu virðisketuni hjá Bakkafrost verið eyðsýndur. So hvørt sum eftirspurningurin í matstovutænastuvinnuni eftir feskum laksi er minkaður, hevur Bakkafrost megnað at umlagt framleiðsluna, soleiðis at størri nøgdir vórðu framleiddar á liðugvørudeildini. Henda deildin framleiðir vørur, sum verða seldar av leiðandi handilsketum, har eftirspurningurin eftir laksi hevur verið sera stórur, meðan farsóttin hevur herjað. Alheims laksamarknaðurin er vaksin í 2020, og vøksturin hevur verið serliga stórur í USA og Evropa.

[object Object]

Stórar íløgur í allari virðisketuni

Nevndarformaður vísir í frágreiðingini eisini á tær stóru íløgur, sum Bakkafrost hevur gjørt seinastu árini í allari virðisketuni í Føroyum. Hesar íløgurnar á 3 milliardir kr., vórðu lýstar í okkara 5-ára íløguskrá fyri tíðarskeiðið 2018-2022. Partur av hesum íløgunum er gjørdur í mjøl-, lýsi-, og fóðurgeiran (FOF), sum nú letur fóður til øll okkara alibrúk í Føroyum og Skotlandi. Flestu íløgurnar í íløguskránni fyri 2018 eru nú lidnar ella væl ávegis. Eitt dømi um eina framda íløgu, er sera stóra smoltstøðin á Strond, sum nú framleiðir stór smolt við sera høgari góðsku.

Um árið 2021, sigur Rúni M. Hansen, at tað  verður árið, har vit veruliga fara at síggja úrslitini av íløgunum. Hettar sæst millum annað aftur í tøkunøgdini í Føroyum fyri í ár, ið væntandi verður   66.000 tons í kruvdari vekt. Hetta er ein øking í mun til undanfarin ár. Komandi árini fer tøkunøgdin so við og við at økjast til 100.000 tons í kruvdari vekt, væntandi í 2025 ella 2026.

-Til tess at økja tøkunøgdina í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt á burðardyggan hátt, meta vit at aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost. Umstøðurnar fyri aling á opnum havi eystan fyri Føroyar eru góðar, eins og staðsetingin er góð fyri Bakkafrost. Vit hava søkt um eitt aliloyvi til aling á opnum havi, og vóna at fáa loyvið í 2021.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder