Aðalorðaskifti er á Føroya Løgtingi í dag um framtíðina hjá føroysku fiskivinnuni.
Til viðgerðar er frágreiðingin, hjá nýggja landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um fyrisiting av sjófeingi, sum varð løgd fyri tingið mánadagin.
Roknast kann við einum drúgvum, hugsjónarligum og helst eisini hvøssum orðaskifti, tí hetta snýr seg um fiskivinnunýskipanina, sum undanfarna samgongan royndi at fáa ígjøgnum, og so ætlanina hjá nýggju samgonguni um at ’bakka aftur’ til undanfarnu skipan uttan kvotur og uttan uppboðssølu.
Spurningurin um útlendskan kapital í fiskivinnuni og um rættin hjá loyvishavarum at selja og keypa kvotur sínámillum verður millum høvuðsmálini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald