Mentan

Framtíðin sambært Clement Kjersgaard

Danski sjónvarpsverturin fer hann, yvir tvey kvøld, at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær heimssøguna næstu 25 árini. Hetta verður í Norðurlandahúsinum 15. og 16. februar

2022-02-07 16:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvør framtíð liggur fyri framman? Er tíðin, hvar USA er eitt stórveldi við at fáa ein enda? Er hetta bert byrjanin fyri Kina sum stórveldi? Verðin er í broyting. Alheims valdsjavnvágin verður forskotin, og tøkniligu risarnir broyta korini fyri miðlarnar, tíðindaflutningin og fólkaræðið. Hvat er tað fyri ein framtíð, ið gongur okkum í møti? Clement Kjersgaard kemur til Føroya fyri at geva sítt boð upp á hetta.

Danski sjónvarpsverturin er serliga kendur fyri at seta harðar og beinraknar spurningar, og beinharðari stýring av heitum politiskum kjaki, t.d. í sendingini Debatten á DR2, men í Norðurlandahúsinum eigur hann mikrofonina einsamallur og skal sjálvur koma við svørunum. Her fer hann, yvir tvey kvøld, at greiða frá, hvussu hann ímyndar sær heimssøguna næstu 25 árini og framtíðarinnar miðlar og tíðindaflutning. Tíð verður til spurningar úr salinum aftaná fyrilestrarnar.

Clement Kjersgaard varð studentur í United World College of Hong Kong, og hevur útbúgving í heimspeki, politikki og búskaparfrøði á University of Oxford.

Skrá:
Týs. 15. februar, kl. 19.30
Heimssøgan næstu 25 árini

Mik. 16. februar, kl. 19.30
Framtíðarinnar miðlar og framtíðarinnar tíðindaflutningur

Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder