Innanlands

Framvegis 14 smittað í Føroyum

Næstan 1.300 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár, men eingin tilburður varð staðfestir. Eingin er innlagdur í samband við koronusmittu

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-08-07 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at ólavsøkan í stóran mun varð hildin sum vanligt, sær framvegis als ikki út til at ávirka koronutølini.

Í løtuni gongur talið av smittaðum beint niður ímóti null: 14 i eru í løtuni smittað í Føroyum - tað er sama talið sum í gjár, men helvtina minni enn tað sum tá mánaðurin byrjaður.

Tað var eingin koronutilburðir var í teimum 1.281 kanningunum, ið vórðu gjørdar seinasta døgni.

Eingin er í løtuni innlagdur í samband við koronusmittu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder