Uttanlands

Framvegis bert tveir tilburðir í Grønlandi

Seinastu royndirnar vísa, at tað ikki eru nýggj smittaði í Grønlandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-21 19:33 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Aftur í dag eru góð tíðindi frá heilsumyndugleikunum í Grønlandi í samband við Koronasmittuna.

Grønlendski landslæknin Henrik L. Hansen kundi í dag staðfesta, at útav teimum 42 royndunum, ið tey høvdu móttikið, vóru allar negativar. Sostatt er tað framvegis bert tvey smittaði í Grønlandi.

Tær flestu royndirnar eru gjørdar í Nuuk, og landslæknin sigur at, at tey nú eru rættiliga vís í, at tey ikki hava smittuspjaðing í Nuuk.

Tilsamans hava tey tikið 83 royndir í landinum. Landslæknin segði eisini, at tey mangla framvegis svar uppá 86 royndir, og tey kunnu væntast ein av komandi døgunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder