Innanlands

Framvegis eingin innlagdur av koronu

Eins og í gjár, so er eingin í løtuni innlagdur av koronu. 616 tilburðir vórðu staðfestir í gjár. 411 blivu staðfest frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-22 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framvegis er lítið trýst á sjúkrahúsinum tá tað kemur til koronu. Í øllum førum eru tað ikki sjúk fólk sum tyngja, tí í dag eru bara tvey innløgd við koronu. Tað eru fólk sum eru testað positiv tá tey verða innløgd. Eingin er innlagdur av koronu, upplýsa myndugleikarnir.

Hinvegin eru smittutølini framvegis høg. 616 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í 3888 kanningum í gjár. 411 fólk eru staðfest frísk aftur. Samlaða talið á positivum í løtuni er nú 4061 fólk.

Á heimasíðuni korona.fo verður upplýst, at 17 fólk eru deyð við koronu. Hetta talið var 15 í gjár.

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder