Innanlands

Framvegis fimm innløgd av koronu

Talið á positivum veksur, men bara 0,23 prosent av teimum eru innløgd. 413 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-15 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talið á innløgdum í Sjúkrahúsverkinum við koronu er farið úr níggju og niður á sjey. Tvey av teimum eru tó innløgd av aðrari orsøk, men við koronu, og fimm av teimum eru innløgd orsakað av koronu.

Hetta er sama tal sum í gjár, og tað merkir at 0,23 prosent av teimum positivu eru innløgd.

Met nógvir tilburðir vórðu staðfestir aftur í gjár, tá tað vóru 413 fólk sum vórðu testað positiv. 190 fólk vórðu staðfest frísk aftur, og sostatt kemur talið av aktivum tilburðum upp á 2208.

4105 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur fyri hvørja kanning, sum verður gjørd á teirra kanningarstøðum. Siga vit, at 3000 kanningar eru framdar hjá Sjúkrahúsverkinum, kostaði dagurin í gjár landskassanum 600.000 krónur.

Les eisini: Brúka hálva millión um dagin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder