2021-02-10 10:50

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
382 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru nú liðugt greinaðar. Tilsamans eru 225.545 kanningar gjørdar, skrivar corona.fo.
Tilsamans hava 657 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald