Uttanlands

Framvegis gosvirksemi á Reykjarnesi

Men virksemið er ein kilometur undir jarðskorpuni, verður mett

Tað er ikki bara á Reykjarnesi, at tað ristir í Íslandi fyri tíðina (Mynd: vedur.is)

Tað er ikki bara á Reykjarnesi, at tað ristir í Íslandi fyri tíðina (Mynd: vedur.is)

2021-03-09 11:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á Reykjanesi í Íslandi upplivdu tey aftur gosvirksemi í morgun. Í hálvanannan tíma merktist virksemi í undirgrundini við Fagradalsfjall. Mett verður, at talan er um gløðandi groyti, magma, sum treingir seg upp móti jarðskorpuni, skrivar ruv.is.

Einar Hjörleifsson, serfrøðingur á íslendski Veðurstovuni kundi ikki siga, um talan var um groytið ferðaðist vatnrætt ella loddrætt.

Onki av myndatólunum, sum vakja yvir økið hevur tikið nakað upp, og tí er talan um virksemi undir jørð. Minst ein kilometur undir jarðskorpuni, verður mett.

Áleið 930 skjálvtar vórðu skrásettir frá á midnátt til í morgun. Ein var beint oman fyri trý á Richter skalanum. Í gjár vóru vóru tríggir skjálvtar oman fyri trý, skrivar Ríkisútvarpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder