
Frá tíðliga í morgun hevur Landsverk á heimasíðu sínari ávarað um, at tað kann vera hált og glerstoytt í støðum kring landið, umframt at jarðrok kann kann vera, tá tað ælar.
Sí eisini: Ikki koyrandi til Gjáar
Tað verður framvegis mælt fólki til at koyra varliga, og undir "Koyrilíkindi" sæst, at roknast kann við hálku í ymiskum støðum.
Umboð fyri Landsverk segði við Portalin fyri løtu síðani, at tað er klárt og gott at koyra nógvastaðni, men at trupulleikar kunnu vera í støðum, tá ælini raka.
Eitt ferðsluóhapp var fyrrapartin, ið gjørdi, at vegurin millum Norðragøtu og Gøtugjógv var stongur í áleið hálvan tíma. Tað tók eina løtu hjá Landsverk at sleppa framat at rudda vegin, og nógvir bilar stóðu í bíðirøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald