Innanlands

Framvegis nógv ferðsla í Eysturoyartunlinum

Áhugin at royna nýggjasta tunnilin í landinum er framvegis stórur

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-20 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eysturoyartunnilin lat upp á middegi í gjár, og beinanvegin var sera stórur áhugi at royna stásiliga nýggja ferðasambandið, sum bindur Skálafjørðin og Havnina tættari hvørjum øðrum.

Næstan 18.000 bilar koyrdu ígjøgnum Eysturoyartunnilin fyrsta samdøgrið, hann var opin, og enn er áhugin at koyra gjøgnum tunnilin stórur.

Tað er framvegis nógv ferðsla í Eysturoyartunlinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld. Hann sigur, at streymurin av bilum í dag hevur verið nakað tann sami sum í gjár.

[object Object]Mynd tikin seinnapartin í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Vaktleiðarin visti eisini um onkran, sum hevði passað sær løgir, og hevði bíðað til síðstu nátt at royna tunnilin, meðan tað ikki var so nógv ferðsla.

Mett verður, at vanligar gerandisdagar fara um 5000 til 6000 bilar at koyra gjøgnum tunnilin.

Tunnilsfelagið boðaði fyrr í dag frá, at tað verður ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum til og við 10. januar 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder