Eisini í gjárkvøldið og í nátt hava ill mótmælisfólk verið á gøtunum í Fraklandi fyri at vísa teirra vanvirðing fyri fronsku løgregluni, aftaná at ein 17 ára gamal drongur varð skotin og dripin.
Tað er fjórða nátt á rað, at uppreistur og ófriður er í stórum fronskum býum eitt nú París, Lyon, Lille og Toulouse. Í gjárkvøldið var millum annað stór mótmælisgonga á kenda Place de la Concorde.
45.000 løgreglufólk vórðu send á gøturnar í eini roynd at steðga ófriðinum, og bussar og metrotok steðgaðu at koyra klokkan 21 í eini roynd at steðga fólki at fara út og gera herverk.
Kortini hevur verið nógv herverk. Ásettir eldar, handlar og bilar eru vorðnir smildraðir, og kastað hevur verið við steinum nógvastaðni í Fraklandi. Meira enn 1300 fólk eru handtikin í gjárkvøldið og í nátt.
Macron, forsætisráðharri, varð í gjár noyddur at fara tíðliga frá einum ES-toppfundi fyri at ferðast aftur til Fraklands og fáa skil á ófriðinum. Franska stjórnin hevur hildið fleiri kreppufundir og útihýsir ikki, at ein undantøkustøða kann gerast neyðug í landinum.
Jarðarferðin hjá unga dronginum, sum æt Nahel, er í dag í einum forstaði til París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald