2022-08-13 14:03

Beint eftir klokkan átta í morgun fór streymurin í øllum meginøkinum. Orsøkin var eitt tekniskt brek á einum motori hjá Sundsverkinum, og varð streymurin aftur ein lítlan tíma seinni.
SEV sigur tó, at ólag framvegis er á streymveitingini í Svínoy.
Arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag sum skjótast, og verður brekið væntandi rættað uml. klokkan 17-18, sigur elfelagið í fráboðan á Facebook.
Dagføring kl. 15.45: SEV boðar frá, at brekið er rættað, og streymurin er aftur í Svínoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald