Innanlands

Framvegis svikalig streymveiting í meginøkinum

Í Havn var streymurin aftur í nakrar minuttir, men hvarv skjótt aftur

2025-01-08 18:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 19:01: Havnin, Argir og Hoyvík hava streym aftur.

-- 

Tað gongur striltið hjá SEV við streymveitingini seinnapartin og í kvøld.

Streymurin hevur verið burtur og svikaligur í einar tríggjar tímar nú. Fyrst fór streymurin í Norðoyggjum og parti av Eysturoynni, og fyri tveimum tímum síðan fór streymurin í øllum meginøkinum.

Klokkan 18 segði vakthavandi hjá SEV við útvarpið, at onkrar bygdir høvdu fingið streymin aftur, men at væntandi var annars, at øll høvdu streym aftur um 19 tíðina.

Í Havnini hava ymsir partar havt streymveiting eina løtu, men nú liggur øll Havnin svørt.

Orsøkin til streymslitið er ein feilur á koblingsstøðini í Skálafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder