Innanlands

Framvegis trý smittað

Áttanda dagin á rað varð eingin koronutilburðir staðfestur - tó mangla sjey útav teimum 230 kanningunum at verða greinaðar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-03 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ein vika liðin, síðani seinasta staðfesta koronatilburðin í Føroyum. Tvey fólk vórðu staðfest frísk, so at talið av smittaðum kom niður á trý.

Heldur eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

230 kanningar vórðu gjørdar - tað vantar úrslitið av sjey kanningum - Í alt eru 222.803 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni, sambært corona.fo.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder