Innanlands

Framvegis tvey innløgd við koronu

Triðja dagin á rað eru yvir hundrað smittutilburðir staðfestir, og positivprosenti fyri í gjár var 4,46. Veruligt trýst er tó ikki á sjúkrahúsverkinum

Mett verður ikki, at neyðugt er við fleiri inntrivum, nú smittutølini hava verið høg higartil hesa vikuna. Fylgt verður tó allatíðina neyvt við gongdini, og versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan, boðar Landsstýrið frá

Mett verður ikki, at neyðugt er við fleiri inntrivum, nú smittutølini hava verið høg higartil hesa vikuna. Fylgt verður tó allatíðina neyvt við gongdini, og versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan, boðar Landsstýrið frá

2021-12-29 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsmyndugleikarnir boðaðu fyrr í dag frá, hóast miðalsmittutalið seinastu vikuna hevur verið yvir 75, ið sambært útmeldingunum í november eigur at merkja, at farið verður yvir á triðja stig (reyða ljósið), so verða ikki fleiri avmarkingar framyvir.

Hetta kemst av tí, at tamarhald er á trýstinum á sjúkrahúsverkinum, og tað vísa koronutølini eisini - hóast 574 eru smittað í løtuni eru bert tvey innløgd á koronudeildini.

Í gjár vórðu 107 nýggir tilburðir staðfestir, og tað var triðji dagurin á rað við yvir hundrað smittutilburðum.

2394 kanningar vóru, og hetta gevur eitt positivprosent á 4,46 prosent.

Tað er eingin ivi um, at meira smittandi omikron frábrigdi ger um seg í Føroyum, men higartil hevur tað ikki havt við sær, at talið av innløgdum er hækkandi - nógv bendir á, at sjúkueyðkennini eru mild hjá meginpartinum av teimum smittaðu.

Fylgt verður tó allatíðina neyvt við gongdini, og Landstýrið hevur leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina. Versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan, varð boðað frá í dag í samband við "ferðsluljósini", har hetta eisini stóð:

- Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í Delta frábrigdinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder