- Seinastu dagsaktuellu fólkatølini frá Landsfólkayvirlitinum bera boð um, at hóast eina lítla minking í samlaða fólkatalinum síðan vit seinast kunngjørdu tølini, so er ein hampuligur vøkstur í fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu seinasta 12 mánaðirnar.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari, har boðað verður frá lítlari hækking í fólkatalinum - samstundis sum samanlagda fólkatalið í Suðuroynni er nakað minni enn fyri einum ári síðani.
Hin 17. september 2023 vóru 1.738 borgarar í Tvøroyrar kommunu. Í dag er tað talið 1.753, svarandi til ein vøkstur upp á 15 borgarar, ella 0,86 prosentstig.
Tølini fyri oynna vísa eina afturgongd upp á 34 fólk.
Fámjin 80/73, svarandi til eina minking upp á upp á 7 borgarar, ella -8,75 prosent.
Hov 106/103, svarandi til eina minking upp á 3 borgarar, ella -2,83 prosent.
Hvalba 649/635, svarandi til eina minking upp á 14 borgarar, ella -2,16 prosent.
Porkeri 322/325, svarandi til ein vøkstur á 3 borgarar, ella 0,93 prosent.
Sumba 331/330, svarandi til eina minking upp á 1 borgara, ella -0,30 prosent.
Tvøroyri 1738/1753, svarandit til ein vøkstur upp á 15 borgarar, ella 0,86 prosent.
Vágur 1370/1343, svarandi til eina minking upp á 27 borgarar, ella -1,97 prosent.
Samlaða talið fyri Suðuroynna var 4.596 fólk 17. September 2023. Nú er tað 4.562 fólki. Hetta svarar til eina minking á 34 fólk ella -0,74 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald