2019-09-15 10:30
Í hesum døgum eru mentanardagar í Sunda kommunu, og í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum at síggja, hvussu langt byggingin av nýggja skúlanum við Streymin er komin.
Enn eru skúlin og høllin ikki liðug, men tó er skúlin komin so mikið væl áleiðis, at rúmini eru gjørd, og ein kann síggja, hvar skúlastovur, kantina, bókasavn og lærarastovur verða. Eisini fáa fólk høvi at hyggja inn í ítróttarhøllina.
Framvísingin er í dag frá klokkan 15 - 17.
Inngongd er har inngongd er í dag, parkering er har uppi við barnagarðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald