– Hesa ferð er talan um nakað heilt heilt annað, sigur Frankie. Talan er nevniliga um eina nýggja útgávu av sanginum “Tvey hjørtu, tveir skuggar, tvey andlit”, ið mamman, Fríðbjørg Jensen hevur skrivað og gav út í 1966 saman við gentubólkinum Snow Flakes.
– Tað hevur altíð verið mín dreymur at givið hetta lagið út í nýggjum hami, men tað hevur verið umráðandi fyri meg, at mamman kundi góðkenna broytingina. Hon hevur tí verið við í prosessini og leypandi blivin spurd um hvat og hvussu, sigur Frankie.
Sum ein tøkk til mammuna fyri at sleppa at brúka tekstin, hevur hon eisini fingið ein leiklut á umslagnum har hon eigur annað andlitið.
Tað er Julian Andreasen, ið stendur fyri framleiðslu av útgávuni. Tað var eisini Julian, ið stóð fyri framleiðslu av seinasta lagnum hjá Frankie “Mína egnu leið”, ið kom út í juni.
Umframt Julian, ið hevur spælt og framleitt tað besta av tónleikinum, spælir Sámal Lindenskov gittar á lagnum og Reggie Duncan spælir steel gittar. Lagið kann hoyrast á Spotify og Youtube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald