Frans pávi er sjálvur aktivur á sosialu miðlunum, og loyvir hann eisini pílagrímum at taka mynd saman við sær, men hóast hetta, er hann alt annað enn fegin um, hvussu stóran leiklut fartelefonin hevur fingið í okkara gerandisdegi.
Sunnudagin í Rom heitti hann á áhoyrarar um at leggja fartelefonina frá sær og fara at tosa við onnur fólk í staðin.
- Familjur skulu tosa saman aftur, segði hann, og brúkti hann Jesus, Mariu og Jósef sum dømi um eina familju, sum biðjur, arbeiðir og tosar saman.
- Eg spyrji meg sjálvan, um tit í familjum tykkara yvirhøvur duga at tosa saman, ella um tit eru sum tey børnini, sum hava fartelefonina við sær við døgurðaborðið, har tað er heilt friðarligt sum undir messu, segði hann sambært Politiken.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald