Í gjár varð Frans pávi innlagdur á sjúkrahúsi í italska høvuðsstaðnum Rom, har hann varð skurðviðgjørdur í tarminum, upplýsir Vatikanið sambært altjóða miðlum.
Hetta er fyrstu ferð, 84 ára gamli pávin er innlagdur, síðan hann gjørdist pávi í 2013.
Heilsan hjá pávanum verður annars mett at vera góð, hóast hann stríðist við onkrum smálutum. Eitt nú tá hann var ungur varð eina lunga hansara tikin, og tí stríðist hann av og á við andadráttinum.
Skurðviðgerðin hjá pávanum í gjár eydnaðist væl.
Í gjár boðaði Frans pávi eisini frá, at hann hevur ætlanir um at fara ein túr til Slovakia og Ungarn í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald