Uttanlands

Frans pávi stendur á odda fyri pávajarðarferðini

Tað er heilt óvanligt, at eftirmaðurin jarðar ein páva, sum er deyður

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-05 11:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kirkjuklokkurnar kimaðu fyrrapartin, tá trækistan við Benedikt páva varð borin út úr Pæturskirkjuni og út á Pætursplássið har fólk ú túsundatali eru savnað fyri at vera við í jarðarferðini.

Tað ljóðaðu lógvabrestir á plássinum í virðing fyri Benedikt, sum var ein hetja hjá konservativum bólkum í romersk-katólsku kirkjuni, skrivar Ritzau.

Frans pávi, sum stendur á odda fyri jarðarferðini kom til plássi í koyristóli orsaka av vánaligum knæ.

Undan jarðarferðini í dag hava umleið 200.000 fólk yvir tríggjar dagar vitjað í Pæturskirkjuni, har fyrrverandi pávin hevur liggið ‘lit de parade’.

Kirkjufólk úr øllum heiminum – umleið 3.700 prestar – og einstakir lands- og stjórnarleiðarar, teirra millum týski samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeier og samveldiskanslarin Olaf Scholz – eru við til jarðarferðina.

Tað er heilt óvanligt, at tað er eftirmaður Benedikts, ið stendur fyri jarðarferðarhaldinum. Vanliga verður pávin sitandi til hann doyr.

Benedikt valdi heilt óvæntað at fara frá sum pávi í 2013 av heilsuávum, men hann varð búgvandi í einum kleystri í Vatikaninum.

Hann hevur formliga verið kallaður pávi emeritus Benedikt XVI síðan hann fór frá.

Benedikt var týskari og varð doyptur Joseph Ratzinger.

Í Týsklandi fóru kirkjuklokkurnar at ringja klokkan 11 fyri at minnast fyrsta týska pávan í túsund ár.

Í Portugal er almennur sorgardagur í dag, meðan jarðarferðin í Italia verður markerað við at øll flokk eru vundin í hálva stong.

Benedikt var fyrrverandi pávi í longri tíð, enn hann var pávi. Hann var eisini ein pávi, ið ikki hevði undirtøku millum allar katolikkar, orsaka av hansara konservativu virðum. Hann var eisini kendur fyri at koma lítið út millum fólk, í hvussu so er sammett við vældámda undanmannin, pólska Johannes Paul.

Embætistíð hansara varð eisini merkt av gølum um valdsnýtslu av børnum í katólsku kirkjuni.

Benedikt verður jarðaður í hválvinum undir kirkjugólvinum, har yvir 90 deyðir pávar liggja.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder