Uttanlands

Frans Pávi: Tað er ikki nøkur vanlukka at skifta páva

Frans pávi sigur, at hann møguliga skjótt má umhugsa at leggja frá sær

Frans pávi á tíðindafundi í flogfarinum á veg heim úr Kanada (Mynd: EPA)

Frans pávi á tíðindafundi í flogfarinum á veg heim úr Kanada (Mynd: EPA)

2022-07-31 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frans pávi, ið júst hevur verið á ferð í Kanada, sigur, at tað skjótt kann verða tíð hjá honum at leggja frá sær av heilsuávum.

– Tað er ikki nøkur vanlukka at skifta páva, tað er ikki tabu, sigur 85 ára gamli pávin á tíðindafundi.

Hann sigur, at hann ikki áður hevur kent seg noyddan at hugsa um at fara á pensjón, men tað kann verða nakað, hann skjótt má byrja at umhugsa.

Av heilsuávum hevur pávin longu verið noyddur at avlýsa ferðir, og heldur hann, at hann noyðist at minka um ferðingina framyvir. Tó vil hann framhaldandi royna at fara út at ferðast fyri at koma tætt at fólki, tí soleiðis tænir hann kirkjuna, sigur hann.

Seinastu mánaðirnar hevur pávin sitið í rullistóli, ella brúkt stav ella gongustativ, tá hann hevur skulað flutt seg runt. Í gjár, tá hann var áveg heim úr Kanada, var fyrstu ferð, at hann sat niðri undir einum tíðindafundi, síðan hann gjørdist pávi í 2013, skrivar Ritzau.

Síðan hann gjørdist pávi, hevur Frans pávi verið a 37 uttanlandsferðum. Hann yvirtók leiðsluna av katólsku kirkjuni eftir, at pávi Bænadikt XVI, sum tann fyrsti pávin í uml. 600 ár, fór frá vegna aldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder