2023-02-02 06:58
            
        
        
                
            Næstan ein millión fólk vórðu komin saman í høvuðstaðnum í lýveldinum Kongo, Kinshasa, tá Frans pávi í gjár kom á vitjan í landinum.
Tað skrivar BBC.
Sambært miðlinum er umleið helmingurin í fólkalýveldinum Kongo katolikkar, og er harvið størsta katólska samfelag í Afrika. Tað búgva knapt 100 milliónir fólk í DR Kongo.
Dagurin í gjár var frammanundan lýstur at vera halgidagur, fyri at so nógv sum møguligt kundu uppliva hendingina.
Pávin skuldi upprunaliga havt vitjað afrikanska landið í juli í fjør, men ferðin varð avlýst, tí pávin hevði heilsutrupulleikar tá.
![]()
(Mynd: EPA)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald