Uttanlands

Franska Orly floghavnin letur uppaftur fríggjadagin

Áðrenn korona ferðaðust 90.000 ferðafólk umvegis floghavnina um dagin, men væntaða talið fríggjadagin er 8.000

Terminal 1 á Orly floghavnini sunnan fyri París (Mynd: EPA)

Terminal 1 á Orly floghavnini sunnan fyri París (Mynd: EPA)

2020-06-24 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orly floghavnin sunnanfyri París hevur verið stongd síðan 31. mars orsakað av korona, men fríggjadagin letur hon uppaftur. Tó verður nakað minni av ferðafólki at avgreiða enn vanligt.

Ein vanligan dag ferðast 90.000 ferðafólk umvegis floghavnina, men væntaða talið fríggjadagin er bert 8.000.

Fyrsta fráferðin er klokkan seks um morgunin til Porto í Portugal. Eftir ætlan verða 70 aðrar fráferðir og komur úr 25 ferðamálum – m.a. Karibia, Italia, Spania, Ísland og Kroatia, skrivar Ritzau.

Áðrenn koronasmittan breyt út, var talið á fráferðum og komun á Orly floghavnini 600 um dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder