Sunnudagin góðkendi franska tjóðartingið ætlanina um at seta í gildi koppsetingarpass í landinum. Tað skrivar Ritzau.
Lógin, sum kemur í gildi ein av komandi døgunum, fer at krevja, at fólk eru liðugt koppsett fyri koronu í fleiri førum.
Lógin hevur m.a. við sær, at borgarar, sum ynska at ferðast við intercitytoki, luttaka í mentanartiltøkum ella eta á matstovu, skulu vera koppsettir.
Higartil hevur ein nýggj negativ kanning ella prógv um, at mann kortsíðani hevur havt koronu, verið nóg mikið, men so verður ikki framyvir.
Ætlanirnar fyri at herða tiltøkini fyri ókoppsett hevur elvt til nógv kjak í Fraklandi, og tók tað eisini stjórnini longri tíð enn væntað at tryggja sær grønt ljós til koppsetingarpassið. Vónin hjá franska forsætisráðharranum, Jean Castex var at fáa lógina góðkenda 15. januar, men tað eydnaðist ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald