Í gjárkvøldið boðaði franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal frá, at hann mánamorgunin fór at biðja Emmanuel Macron forseta um at verða loystur úr starvi.
Ensemble, sum bæði hann og Macron eru partur av, hevur ikki meiriluta, og tí leggur hann frá sær, sigur hann og leggur afturat, at hann verður í starvinum, so leingi tað er neyðugt.
Attal er bert 35 ára gamal. Hann varð útnevndur til forsætisráðharra í januar. Áðrenn hetta hevði Élisabeth Borne verið forsætisráðharri síðan 2022.
Ensemble fekk 168 av 577 sessum í franska tjóðartinginum, meðan Rassemblement National (RN) og stuðlar teirra fingu bert 143 sessir, hóast RN sambært veljarakanningum stóð til at blíva størsti flokkur, eins og í fyrsta valumfari. Tað var vinstrasamgongan Nouveau Front Populaire (NFP), sum vann valið og fekk 182 sessir, skrivar franska Le Monde.
Enn er tó ikki greitt, hvussu stjórn verður skipað í landinum, tí eingin hevur fingið nóg nógvar sessir til at fáa meiriluta í tjóðartinginum. Fyri tað krevst í minsta lagi 289 av 577 sessum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald