Uttanlands

Franski forsetin á vitjan í Kina

Emmanuel Macron vitjar í Kina næstu tríggjar dagarnar

Kinesiski forsetin Xi Jinping og franski forsetin Emmanuel Macron

Kinesiski forsetin Xi Jinping og franski forsetin Emmanuel Macron

2023-04-06 12:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Franski forsetin Emmanuel Macron, er í Kina á vitjan í tríggjar dagar. Í dag skal hann á fund við kinesiska forsetan Xi Jinping.

Við til fundin er eisini forkvinnan í ES_nevndini, Ursula von der Leyen.

Endamálið við vitjanini hjá Emmanuel Macron, er røkja sambandið avgerandi við handilsfelagan Kina, skrivar AFP sambært danska TV2.

Men tað snýr seg eisini um at sannføra kinesiska forsetan um, at Kina kann vera ein umráðandi vikkur í at enda kríggið í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder