
Altjóða miðlar skriva í dag, at Emmanuel Macron hevur fingið koronasmittuna. Forsetin í Fraklandi er ikki heilt illa fyri, tí hann fer at arbeiða heimanfrá í sóttarhaldstíðini, sum í Fraklandi er í eina viku. Macron verður 43 ár mánadagin.
Tað at Emmanuel Macron hevur koronu ger, at fleiri aðrir høgir harrar skulu í sóttarhald. Franski forsetin hevur havt fleiri altjóða fundir seinastu dagarnar - millum annað mánadagin tá hann var saman við Pedro Sánchez, ið er spanskur forsætisráðharran mánadagin. Sánchez er nú farin í sóttarhald, og tað er forsetin í Evroparáðnum, Charles Michel, eisini, Hann var á fundi við 42-ára gamla Macron mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald