2022-03-07 14:55
Fyri góðari viku síðani, náttina til 26. februar, varð Yahia Djouadi, ein leiðari hjá al-Qaeda í Mali, dripin av franska herinum.
Tað boðar franski herurin frá í dag.
Yahia Djouadi, sum hevði ábyrgdina av fígging og samskipan hjá rørsluni, varð dripin uml. 100 kilometrar frá Timbuktu. Hann varð dripin av hermonnum á landi, sum fingu stuðul frá einari tyrlu og tveimum dronum úr luftini, skrivar Ritzau.
Í 2019 rýmdi hann úr Libya til Mali, og hevur hann hjálpt al-Qaeda í økinum síðani. Við deyða hansara viknar al-Qaeda rørslan í Mali, verður sagt í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald