2020-11-13 08:57
Franski herurin hevur dripið Bah ag Moussa, hernaðarleiðara hjá norðurafrikonsku deildini hjá al-Qaeda, ið eisini er kendur sum Bamoussa Diarra.
Tað hendi týsdagin undir einari atsókn í Mali, upplýsir franski verjumálaráðharrin, Florence Parly sambært Ritzau.
Bah ag Moussa hevur verið høgra hond hjá Iyad Ag Ghali, leiðari av jihadistiska bólkinum, Jama'at Nusrat al-Islam wal-Muslimin (JNIM), sum hava framt fleiri álop á hernaðar- og sivilfólk í Mali og grannalandinum Brukina Faso.
– Hetta er eitt stórt framstig í stríðnum móti yvirgangi, sigur Florence Parly.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald