Google hevur fingið eina stóra bót frá franska kappingarmyndugleikanum.
Sambært Ritzau er upphæddin, sum Google skal gjalda, 150 mió. evrur (meira en 1,1 mia. í okkara krónum).
Google hevur fingið hesa bótina fyri kappingaravmarkandi atburð og fyri at hava ógreiðar lýsingar á Google Ads.
Í hesum døgum hava fleiri evropeisk lond neyvt eftirlit við fyritøkum sum Google, Facebook, Apple og Amazon, sum ofta hava verið fyri atfinningum fyri at gjalda ov lítið í skatti.
Í september játtaði Google eisini at gjalda tað, sum svarar til uml. 7,5 mia. krónur til fransku myndugleikarnar fyri at fáa ein enda á eitt mál um skattasvik, sum hevði koyrt í fýra ár.
Google ætlar at kæra bótina til myndugleikarnar í Fraklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald